At reinsa gullsmúkkur
Deil
Við hvørjum skal man reinsa smúkkur, serliga gullsmúkkur ? Um tú googlar og leitar, kann tú finna ymiskar uppskriftir. Sambært hesum uppskriftunum, kann man lætt og bíliga reinsa sínar gullsmúkkur. Og tilfarið kanst tú finna í køkinum. Til dømis ljóðar ein uppskrift, at brúka edik. Ein onnur uppskrift sigur, at tað er ráðiligt at brúka bakipulvur, til at reinsa sínar smúkkur.
Sjálvt um bakipulvurs blanding er tilmælt sum heimagjørdur reinsingarháttur, kann hetta samstundis í roynd og veru gera skaða á smúkkur.
Bakipulvur inniheldur slípandi evni, og kann tískil skøva gull, serliga hægri karattal gull, sum er veikari tilfar. Og tískil kunnu skøvur káma tað blanka á smúkkuni, og harvið minka um virðið hjá tínum gullsmúkkum. Tað vil siga, at slípandi náttúran í bakipulvuri kann við tíðini slíta tilfarið, serliga um kantarnar, og fínar detaljur í smúkkuni.
Tí verður mælt til at fylgja tryggum mátum,um tú vil reinsa tína gullsmúkku:
- Tú kann nýta milda sápu saman við lunkaðum vatni
- Best er at nýta professionelt reinsingarevni, ið er serliga gjørt til gull
- Ein bleytan mikrofipur klút, og pussa varliga
- Professionella reinsan hjá einum gullsmiði
GG: Um gullsmúkkan hevur gimsteinar, perlur ella aðrar viðkvæmar lutir, er tað neyðugt at fygja viðkomandi reinsingartilgongd. Tú kanst altíð fylgja serligum reingerðarleiðbeiningum, tí ymiskir lutir krevja ymiskar reingerðarhættir.
Kennir tú aðrar mátar at reinsa gullsmúkku uppá, sum riggar væl ? Sig okkum frá.