7 góð ráð um brúk av smúkkum, tá ið tú vilt gera eitt minniligt inntrykk á onnur
Deil
K. Rowlings segði hesi vísdomsorð
“A good first impression can work wonders”.
Tað vil siga, eitt jaligt fyrsta inntrykk kann gera undurverk. Tað tekur 20 sekund at gera sær eina áskoðan um onnur, og hjá øðrum at gera tað sama við okkum. Plaggið er grundarlagið, og neyvt úrval av smúkkum kann styðja upp undir títt look. Niðanfyri eru 7 góð, praktisk ráð, har tú kann brúka tínar smúkkur, við tilvitan um, at tær eru meira enn pynt.
1. Vel smúkkur úr dygdargóðum tilfari: Keyp smúkkur gjørdar úr tilfari so sum gull, silvur, rustfrítt stál, og titanium. Væl gjørdir lutir síggja betri út og samstundis vísa, hvussu fokus hevur verið lagt á smálutir, detaljur og fínleika, soleiðis at dygdargott tilfar styðjar upp undir títt look.
2. Lat smúkkurnar komplementera tíni klæðir: Smúkkurnar tú nýtir, eiga at styrkja, heldur enn at køva tíni klæðir. Eitt gott hugskot er, at brúka ein minimalistiskan stíl í smúkkum, um klæðini innibera nógvar detaljur, so sum samanseting av fleiri ymiskum farvum. Umframt hetta, skulu smúkkur komplementera farvuna og stílin á plagginum, og høvið. Til dømis er ein statement-hálsketa perfekt til eitt cocktail party, meðan diskretir oyralokkar rigga betri til ein virkisfund.
3. Skapa javnvág: Um tú ert í einari statement-hálsketu, vel heldur oyraringar, ið eru einfaldir í sniði. Hinvegin, um oyraringarnir eru statement-lutir, sum tiltrekkja uppmerksomheit, er tað eitt gott hugskot, at brúka hálsketu, ella armband, sum er stillfarandi, fyri at skapa harmoni.
4. Lat tína persónligheit stíga fram: Smúkkur tú brúkar siga nakað um tín persónliga stíl. Ert tú ein, sum dámar elegansu? Eitt gott boð um tilpassing eru tíðarleysar klassiskar smúkkur. Samanspæl ímillum smúkkur og hvør tú ert, gevur eitt gott inntrykk á onnur.
5. Tak atlit til høvið: Boðskapurin tú vil miðla, er avgerandi fyri tína avgerð at velja onkrar ávísar smúkkur ella aðrar. At vera umhugsin um høvið ger, at tú fer eftir tí, sum riggar til røttu løtuna. Talan kann vera um ein yrkis-, vinnuligan fund, ella eitt kvøld úti, saman ið vinkonum/familjum.
6. Hav einfaldleika og detaljur í huga: Minni er meira, onkuntíð. Ein delikat hálsketa, ella eitt einfalt armband, kann skapa eitt elegant og raffinerað look, sum skapar uppmerksemi til tína nærveru. Samanumtikið vil tað siga, at ein lutur kann bera ein stóran boðskap.
7. Tilpassing og komfort: Ansa eftir, at smúkkurnar passa væl og eru komfortablar at vera í. Er tú rastleys í ókomfortablum smúkkum, kann hetta distrahera teg, og skapa óætlaða neiliga ávirkan.
Minst til, at smúkkur eru meira enn bara pynt; tær eru nýtilig amboð til at skapa uppfatan, tá ið tú møtir nýggjum fólkum ella ger nýggjar royndir til ymisk høvi. At velja smúkkur, sum geva samanspæl við tín persónliga stíl, sum passa til høvi, gevur tær evni at skapa eitt sterkt og jaligt fyrsta inntrykk. Hetta inntrykkið varir leingi, eftir at løtan er yvirstaðin.
Tað síðsta orðið:
If you look good, you will feel good.